Í vikuskiftinum hava teir luttikið í “Small States 2010” kappingini í Hafnarfirði, sum var leygar- og sunnudagin 12. – 13. juni.
Hetta er evropameistarastevna og evropisk juniormeistarastevna fyri smátjóðir, ið eru svimjitjóðir í Europa við færri enn 1 millión íbúgvum. Fyrsta stevna av hesum slag var í Luksemborg í 2008.
HS var umboða við 2 svimjarum, og vóru teir Pauli Ø. Mohr og Magnus Jákupsson.  Pauli var einasti í føroyska hópinum av 8 svimjarum, sum ikki hevði junioraldur, so tað má sigast, at landsliðshópurin í dag er sera ungur. Men tað er ikki einsljóðandi við at Føroyar og HS ikki vinna heiðursmerki í slíkum kappingum.
Pauli luttók í 6 kappingum og vóru úrslitini hesi:
50 frí við 24.94 – nr. 3 og bronsu, 50 bringa við 32.64 – nr. 5, 50 firvald við 28.39 – nr. 8, 100 frí við 55.86 – nr. 4, 200 frí við 2.11.53 – nr. 8 og 200 blandað við 2.27.57 – nr. 10.

Hendan kappingin er ein góð støðismeting fyri víðari fyrireikingum av venjingini hjá Paula til EM í Budapest í august.

Magnus luttók í 8 kappingum og úrslitini vóru hesi:
50 rygg við 27.89 – nr. 1 senior/ nr. 1 junior, 100 rygg við 1.00.19 – nr. 2 senior / nr. 2 junior, 200 rygg við 2.13.23 – nr. 2 senior / nr. 2 junior, 50 firvald við 26.05 – nr. 1 senior / nr. 1 junior, 100 firvald við 58.54 – nr. 2 senior / nr. 1 junior, 50 frí við 26.77 – nr. 9 senior / nr. 3 junior, 100 frí við 57.56 – nr. 7 senior / 3 junior, 200 blandað við 2.19.84 – nr. 3 senior / nr. 2 junior.

Hetta gav Magnusi fø.met í 100 rygg og 100 firvald og juniormet í 50 rygg, 100 rygg, 50 og 100 firvald.
Eins og hjá Paula er hendan kappingin ein góð støðismeting til fyrireikingarnar hjá Magnusi fyri komandi NUM í Norra um góðar 2 vikur.
Saman við Tessner eru báðir væl nøgdir við kappingina í Íslandi, og fara teir við góðum treysti í hylin aftur í Gundadali týskvøldið at arbeiða fram móti komandi avbjóðingum.
Vit ynskja báðum væl heimafturkomnar og alt tað besta við komandi fyrireikingum.