Í vikuskiftinum vóru Óli Mortensen og Markus Joensen úr HS og Eybjørn Joensen úr SuSwim, saman við einum hópi úr Ægir í Gentofte til DÅM 2010.
Tað er við stórum spenningi, tá okkara svimjarar luttaka til Dansk Årgangs Mesterskaber, sum er hæddarpunkti á kappingarárinum hjá flestu árgangssvimjarunum í Danmark.

Stóra avbjóðingin hjá okkara svimjarum er at halda geistin og fokus nakrar vikur longuri enn bæði at hava toppað til MU og FM, sum liggja viku um viku beint undan DÅM. Hettar er góð venjing hjá bæði svimjarum og venjarum, til at venja svimjararnar til treytarleysu umstøðurnar sum eru í kappingarítrótti á hesum støði.

Okkara árgangssvimjarar blandað seg í dag í toppinum á norðurlendsku styrkislistunum, og møta teir í kappingum sum hesi svimjarum, sum eru á teirra støði og betri og læra teir nógv til slíkar kappingar.

Úrslitini hjá Óla Mortensen føddur 1996 vóru: Tíð í klombrum () er tilmeldað tíð.
50 frí – (26.72) – 27.06 / nr. 11, 100 frí – (58.09) – 1.00.38 / nr. 23, 200 frí – (2.03.22) – 2.05.74 / nr. 6, 400 frí – (4.18.62) –  4.21.38 / nr. 4 og 100 rygg – (1.08.36) – 1.06.30 / nr. 7.

Úrslitini hjá Markus Joensen føddur 1996 vóru: Tíð í klombrum () er tilmeldað tíð.
100 blandað – (1.09.36) – 1.09.44 / nr. 13, 200 bl. – 2.34.98 – 2.29.15 / nr. 17, 100 br – (1.21.25) – 1.17.88 / nr. 18, 200 bringu ok – (2.58.58) – 2.47.66 / nr. 17 og 100 firv. – (1.06.44) – 1.08.53 / nr. 19.

Venjarin Christian Tessner er rímuliga væl nøgdur við úrslitini.
Nøgdsemi hjá Tessner liggur í, at ungu svimjarnir hjá HS generelt  hava betra seg javnt í ymisku svimjigreinunum seinasta kappingarárið, og gevur tað eitt gott støði, at arbeiða víðari við komandi kappingarár.

Hjá Óla eru tað serliga í 400 frí har hann svimur tætt at bestu tíð og í 100 rygg har hann betrar seg við meiri enn 2 sek. og flytir seg nøkur pláss upp eftir styrkislistunum.
Hjá Markus eru tað serliga í 200 blandað, har hann betraði seg næstan 6 sek. og í200 bringu har hann betraði seg næstan 4 sek. og hann flytir seg somuleiðis rættan vegin eftir styrkislistunum.