Nógv stóð á og stórur spenningur var, um Pauli Øssursson Mohr úr HS fór at klára kravtíðina (29.72) til Oyggjaleikir í 50m bringu. Men tá Pauli sló í veggin, við tíðini 29.08, hevði hann so dyggiliga ruddað allan iva burtur. Hann kláraði kravtíðina við trivaligari margin og sló samstundis føroyska metið hjá Pál Joensen (29.42) við meir enn einum hálvum sekundi. Fagnaðurin var stórur og tað var ein ikki sørt rørdur Pauli, ið fekk eitt væl fortjent klemm frá pápanum. Við hesum hevur Havnar Svimjifelag nú tríggjar svimjarar, ið hava rokkið kravtíð til Oyggjaleikirnir. Til lukku til Paula.