Innbjóðing til Reka stevnu í Leirvík
24.Oktober 2009

 

Leirvíkar svimjifelag Reki bjóðar
øllum svimjarum í  bólk 2 og 3 til
svimjistevnu í Leirvík tann 24. Oktober 2009. Vit hava avgjørt at býta bólk 3 hjá dreingjum í tvey, so at 1999 og yngri
svimja í einum bólki, ið vit kalla 4. Kappast verður á 16 og 33 og 66 metrar
teininum. Kappingin er opin, men úrslitini verða bólkabýtt.

Gentur svimja ólíka kappingar, og dreingir svimja líka
kappingar. Svimjifeløgini verða vinarliga biðin um at
senda 2 hjálparfólk og skulu hesi nøvn sendast saman við endaligu
tilmeldingunum.

Tilmeldingarnar skulu verða reki@kallnet.fo ella olavur.thomsen@skulin.fo  í hendi seinasta lagi Hósdagin  22.Oktober 2009 kl.2100.