Reyni Service hevur í nøkur ár stuðlað Havnar Svimjifelag, og í sambandi við, at Oleksii Ilchenko (Alex) úr Ukraina júst er settur í starv sum høvuðsvenjari, er avtalan nú endurnýggjað. Høvuðsvenjarin kom til Føroya mánadagin við konu og tveimum smáum børnum.

HS takkar hervið Reyni Service fyri sera gott samstarv farnu árini, og fyri avtaluna, sum júst er gjørd.

Á myndini: Alex Ilchenko, høvuðsvenjari, Erling Eidesgaard, nevndarformaður og Sámal av Reyni, stjóri hjá Reyni Service, tá hesir tríggir í dag staðfestu avtaluna í hølunum hjá bilasøluni í Hoyvík.