Leygardagin 2. apríl verður kapping í Leirvík fyri bólk 3 gentur og
bólk 4 dreingir. ( Børn árg. 2001 og yngri )

Upphiting er klokkan 13.00 og kapping klokkan 14:00
kappingin verður væntandi liðug klokkan 16 ella har á leið.

Kappingarnar eru 16 m frí, 16 m bringa, 16 m rygg, 16 m firvald og
mix-stafettir. ( Mix stafettir eru 2. gentur og 2 dreingir á sama
stafetliði )

Nr 1, 2 og 3 fáa medalju, umframt at øll fáa eina luttakaramedalju.

Luttakaragjaldið er 35 kr fyri hvønn svimjara, og skal gjaldast til venjara.

Aftan á kappingina ber til at fara oman í Bowlinghøllina at eta pitsa.
Kostnaður 50 kr pr. høvd, sodavatn er íroknað prísin.

Havnar svimjifelag skipar ikki fyri transporti á staðið. Men um onkur
er sum ikki hevur bil, ber til at venda sær til okkurt av hinum
foreldrunum, ella til mín, so skal eg finna út av onkrum.

At hava við.
Svimjiklæðir.
Svimjibryllur.
Tvey handklæði. ( Annað handklæði at hava við inni í høllini at turka
sær við millum kappingar )
Blusu ( at vera í, inni í svimjihøllini )
Svimjihettu ( um børnin brúka svimjihettu )
Ein lættan matpakka + vatndunk.

Vinarliga

Bjartur Mortensen
bjartur.mortensen@gmail.com tlf. 253326