Skrivað hevur: Jákup Jacobsen

Jamen !!!!!…… tað bar jú til – ja, so væl, at vit helst fara at endurtaka kappingina komandi ár.
Rætt skal vera rætt, vit vóru eitt sindur spent tá vit byrjaðu at fyriskipað kappingina, um feløgini nú fór at melda til sum vænta. Tá tilmeldaði skarðin rundaði 70 svimjarar, sá ikki so gali út og ferð kom á fyreikingirnar. Tað lá ikki fyri hjá Susvim at koma orsaka at tey longu vóru í gongd við at fyriskipað eitt tiltak tá tey fyngu innbjóðingina. Tað var spell og er tit har suðuri vælkomin við næstu fer. Hetta skuldi vísa seg at blíva ein kapping har svomi var skjótt. Svimjararnir eru generelt væl fyri. Vit rundaðu leygardagin av við eini sera hugnaligari løtu við lasagnu, salat og ísi omaná saman við góðum tónleiki.

3 svimjarar á toppinum í mun til danska rankinglistan
HS hevur 3svimjarar í topp á danska rankinglistanum. Markus á 2 plássi í 50 bringu. Magnus á 1 plássi í 50 og 200 rygg og 2 pláss í 100 rygg. Óli hevur 1 pláss í 400 frí og 200 bringu og 2 pláss í 200 frí. Sera sera flott. Aðrir svimjarar eru eisini á veg upp eftir rankinglistanum og verður tað helst ikki leingi áðrenn hesir banka uppá dyrnar til toppplaseringar.
Yngsti svimjarin hjá okkum til kappingina í vikuskiftinum var Vár E. Eidesgaard og er fødd 2001 og elsti svimjarin var Andrass Thomsen sum er føddur 1982, so tað er ein breiður skarði.
Vár ´2001 byrjaði kappingina saman við systrini Lív´1999 og komu tær á mál við Ronju Eysturdal ímillum sín. Lív kom fyrst á mál og Vár á 3 plássinum – flott svomi av systrunum báðum.
Síðani gekk slað í slag – her eru nevndar HS-plaseringar í top 3.
50 rygg – Bjørk S. Róadóttir ´97 nr. 1 – 38.71
50 rygg – Teitur S. Nolsøe ´95 nr. 3 – 35.83
50 rygg – Magnus Jákupsson ´94 nr. 1 – 27.40 – DK.rank 1 pláss
50 rygg – Diana F. Jacobsen ´97 nr. 3 – 41.68
50 rygg – Høgni Miné ´92 nr. 1 – 29.48
200 bl – Rúni Eliassen ´95 nr. 1 – 3.04.08
100 frí – Óli Mortensen ´96 nr. 2 – 1.01.4
100 frí – Magnus Jákupsson ´94 nr. 1 – 54.56
50 br – Lív Erlingsdóttir ´99 nr. 3 – 51.98
50 br – Diana F. Jacobsen ´97 nr. 3 – 46.50
50 br – Markus Joensen ´96 nr. 2 – 35.83 – DK.rank 2 pláss
50 br – Ólavur S. Petersen ´92 nr. 2 – 32.63
200 rygg – Jóhan H. Erlingson ´95 nr. 2 – 3.01.25
200 rygg – Magnus Jákupsson ´94 nr. 1 – 2.09.14 – DK.rank 1 pláss
400 frí – Andrass Thomsen ´82 nr. 1 –  4.13.01
400 frí – Óli Mortensen ´96 nr. 1 – 4.30.87 – DK.rank  1 pláss
400 frí – Tummas J. Danielsen ´94 nr. 1 – 4.45.16
50 frí – Lív E. Eidesgaard ´99 – nr. 3 – 37.14
50 frí – Diana F. Jacobsen ´97 nr. 3 – 33.90
50 frí – Jóhannes Agnarsson ´99 nr. 2 – 35.51
50 frí – Óli Mortensen ´96 nr. 2 – 28.93
50 frí – Rúni Eliasen ´95 nr. 3 – 30.37
50 frí – Magnus Jákupsson ´94 nr. 1 – 24.87
50 frí – Bartal Hestoy ´92 nr. 3 – 27.17
100 firv – Markus  Joensen ´96 nr. 1 – 1.12.38
100 firv – Rúni Eliasen ´95 nr. 2 – 1.30.36
200 br – Óli Mortensen ´96 nr. 1 – 2.47.53 – DK.rank. 1 pláss
100 rygg – Bjørk S. Róadóttir ´97 nr. 1 – 1.27.48
100 rygg – Edith Dahl ´96 nr. 3 – 1.27.54
100 rygg – Teitur S. Nolsøe ´95 nr. 2 – 1.17.10
100 rygg – Markus  Joensen ´96 nr. 3 – 1.17.40
100 rygg – Magnus Jákupsson ´94 nr. 1 – 59.34 – DK.rank 2 pláss
100 rygg – Tummas J. Danielsen ´94 nr. 2 – 1.13.95
50 firv – Diana F. Jacobsen ´97 nr. 2 – 39.41
50 firv – Bjørk S. Róadóttir ´97 nr. 3 – 39.64
50 firv – Soudarat Niyomtham ´95 nr. 3 – 35.41
50 firv – Markus Joensen ´96 nr. 1 – 31.55
50 firv – Rúni Eliasen ´95 nr. 2 – 34.28
50 firv – Magnus Jákupsson ´94 nr. 1 – 26.68
50 firv – Ólavur S. Petersen ´92 nr. 1 – 28.36
50 firv – Høgni Miné ´92 nr. 2 – 28.52
50 firv – Bartal Hestoy ´92 nr. 3 – 31.28
100 br – Turid Justinusen ´96 nr. 3 – 1.38.70
100 br – Ólavur S. Petersen ´92 nr. 2 – 1.13.79
100 br – Bárður Mortensen ´92 nr. 3 – 1.42.34
200 frí – Bjørk S. Róadóttir ´97 nr. 1 – 2.43.52
200 frí – Diana F. Jacobsen ´97 nr. 3 – 2.52.53
200 frí – Emma Festirstein ´96 nr. 3 – 2.32.18
200 frí – Óli Mortensen ´96 nr. 2 – 2.08.92 – DK.rank. 2 pláss
200 frí – Magnus Jákupsson ´94 nr. 1 – 2.01.31
200 frí – Tummas J. Danielsen ´94 nr. 2 – 2.14.54
200 frí – Bartal Hestoy ´92 nr. 2 – 2.10.68
200 frí – Andrass Thomsen ´82 nr. 1 – 1.58.58
100 bl – Rúni Eliasen ´95 nr. 1 – 1.24.62

Sum sæst á tíðunum, so eru svimjararnir í einum góðum stima og hava teir allir framgongd og er tað goðari og miðvísari venjing fyri at takka. Høgni og Christian hava gjørt eitt megnar arbeiði fyrru hálvu av kappingarárinum. Flestu svimjararnir fara nú í væl uppiborna jólaferiu. Teir svimjarar sum skulu til Íslands í januar fara tó at venja lætt um jólini fyri ikki at missa følingina heilt, við hjálp frá Kristian Martin, nú Chistian er í Týsklandi og heldur jól. Annars fara tey at taka sær av løttum til vit tørna fyri aftur í januar.

Ægir vann kappingina um plaseringar í bólkabýtinum
Nr. 1  Ægir við 50 gull, 39 silvur og 10 bronsu
Nr. 2 HS við 28 gull, 19 silvur og 19 bronsu
Nr. 3 FLOT við 23 gull, 6 silvur og 11 bronsu
Nr. 4 FS við 10 gull, 8 silvur og 4 bronsu

Bronsu- og silvurnálir
Turid Justinusen frá okkum (HS) svam 44.14 í 50 bringu og rakk tað til eina bronsunál. Hetta var hennara fyrsta kapping hon luttók í og má tað sigast at vera flott svomi .
Alvi Hjelm úr Ægir svam seg til eina silvurnál í 200 frí við tíðini 2.07.49.
Eva Trúgvadóttir úr Ægir svam seg til eina silvurnál í 50 bringu við tíðin 36.81.
Vit ynskja teimum 3 stórt tillukku við nálunum.

Juniormet
Birita Debes úr Flot betraði um sítt juniormet í 50 rygg, við tíðini 29.46.
Pauli Ø. Mohr úr FS tók juniormetið í 50 bringu frá Páli Joensen við at svimja 30.09.
Astrid Foldarskarð úr Flot betraði sítt egna met í 50 firv. við tíðini 30.32.
Magnus Jákupsson úr HS setti juniormet í 200 rygg, við tíðini 2:09.14.
Gentirnar í Ægir settu juniormet í 4x50m frí við tíðini 1.56.95.
Dreingirnir hjá okkum sjálvum (HS) – Høgni Miné, Bartal Hestoy, Ólavur S. Petersen og Magnus Jákupsson tóku juniormetið í 50 frí við tíðini 1.43.88 – flott, flott.

Tað skal nevnast at met- og nálatilmeldingarseðlarnir gingu undan hjá Petur Heðin (HS lænti tann seinasta),  so hann má skaffa sær fleiri til næstu kapping.

Havi tað gott og takk fyri hesaferð.
HS ynskir øllum eini GLEÐILIG JÓL OG EITT GOTT NÝGGJÁR.