Her er startlistin til FLOT-stevnuna 2013, leygardagin 23. feb 2013.

Flot boðar annars frá sera góðari luttøku – ikki færri enn 170 svimjarar hava melda til, so tað er stuttligt.

Men tað hevur havt við sær, at fyriskipararnir, í samráð við svimjinevndina, hava tikið avgerð um at strika hesar kappingargreinar:
 – Kap 5: 50 bringa dreingir Bólkur 4
 – Kap 6: 50 bringa gentur Bólkur 3
 – Kap 29: 4×50 blandað Mix Gentur B2 og Dreingir B3

Hetta er gjørt fyri at spara tíð, so at tað skal vera møguligt hjá øllum, at koma til og frá bústaði sama dag.

Upphiting Bólkur 4 dreingir og Bólkur 3 gentur byrjar kl. 11.45 og kappingin byrjar kl. 12.45
Upphiting Bólkur 3 dreingir og Bólkur 2 gentur byrjar kl. 14.45 og kappingin byrjar kl. 15.45.