Undantilmelding:

Tey, ið vóru á rørsluliði seinasta hálvár, hava nú møguleika at undantilmelda til og við 6. januar. Eftir hendan dato eru øll at rokna sum nýggir svimjarar og koma í vanligt bíðirað.
Tú undantilmeldar teg við at útfylla hetta skjalið: http://bit.ly/2hwLeRo
Minst til at upplýsa, hvørjum liði, tú vart á í heyst. Tey, ið undantilmelda, góðtaka, at Elektron trekkir kr. 1.500 umleið 1. februar. Hetta letur seg gera, tí tit longu hava meldað tykkum til gjald hjá Elektron (seinasta hálvár).

Nýggir svimjarar:
Nýggir svimjarar útfylla hetta skjalið (sama skjal sum undantilm.), og kunnu gera tað beinanvegin: http://bit.ly/2hwLeRo
Tá undantilmelding er liðug (eftir 6. januar), vita vit, hvussu nógv pláss eru tøk. Tá fáa tey nýggju, ið pláss er fyri, ein teldupost við einari gjaldsleinkju, ið so er endaliga tilmeldingin. Fyrsti fær fyrst (først til mølle).
Venjingartíðirnar eru óbroyttar:
Rørsla 1: Týs. & Hós. 20.30 – 21.15
Rørsla 2: Týs. & Hós. 21.15 – 22.00
Kalendari (fyribils) fyri hálvárið er viðheftur. Svimjingin byrjar aftur týskvøldið 10. januar.
Venjari verður aftur Høgni Jacobsen og vit hava sett ein bólk at fyriskipa tey ymisku tiltøkini í vár. Í bólkinum eru: Tóra Á Heygum Bærentsenn, Margreta Dam og Bergliot Ihlen.