Svimjiundirvísingin er skipað eftir støði og aldur, og tit verða biðin um at lesa vegleiðingina væl, áðrenn tit melda til, so tit tryggja tykkum, at barnið ikki noyðist at flyta lið, tá vit eru komin í gongd. Hetta kann vera ein keðilig uppliving fyri tey, umframt, at vit tá ikki kunnu veita trygd fyri, at nakað pláss er eftir á rætta liðnum.
Vegleiðing, prísir, venjingartíðir umframt aðrar treytir finna tit her
Goldið verður við gjaldskorti samstundis sum tit melda til eitt lið. Tit trýsta á ynskta liði fyri at koma víðari til tilmelding og gjalding (tað ber ikki til at gjalda við mastercard ella visa electron, og tað riggar best at avgreiða tilmeldingina við teldu). Tilmeldingin er bindandi!
Er eitt lið fullteknað, ber til at fara á bíðilista, sum verður lagdur út her mánadagin 3. september. Vit kunnu tó ikki lova, at tey á bíðilistanum fáa bjóðað nakað pláss.
Svimjingin er frá og við 3. september 2018 til og við 30. apríl 2019. Vit gleða okkum at byrja eitt nýtt svimjiár saman við tykkum 🙂
Vh, Svimjiskúlin
————————-
HVÍT: Lið fyri BØRN undir skúlaaldur (fødd 2012-2014) – kr. 1.100:
HVÍT 1 (fødd 2013-2014) Byrjarir og/ella varin
HVÍT 2 (fødd 2012-2013) Byrjarir og/ella varin
GUL: Lið fyri BØRN í skúlaaldri (fødd 2011 og eldri) – kr. 1.600:
GUL 1 (fødd 2012-2013) Vand
GUL 2 (fødd 2012) Vand
Lið fyri BØRN í skúlaaldri (fødd 2011 og eldri)
GUL 3 (fødd 2010-2011) Byrjarir, grundvenjing
GUL 4 (fødd 2011 og eldri) Byrjarir, grundvenjing
GUL 5 (fødd 2010-2011) Vand, og byrjarir, sum eru vanir við vatn
GUL 6 (fødd 2010 og eldri) Vand, og byrjarir, sum eru vanir við vatn
APPELSINGUL 1 (fødd 2008-2011) Vand, hava gingið til svimjing
APPELSINGUL 2 (fødd 2009 og eldri) Vand, hava gingið til svimjing
GRØN 1 (fødd 2007-2010) Roynd, hava gingið til svimjing 2-3 ár ella meira
GRØN 2 (fødd 2009 og eldri) Roynd, hava gingið til svimjing 2-3 ár ella meira
BLÁ 1 (fødd 2006-2009) Roynd, hava gingið til svimjing 3 ár ella meira
BLÁ 2 (fødd 2007 og eldri) Roynd, hava gingið til svimjing 3 ár ella meira