Trygd hevur játtað, at verða høvuðsstuðul til tiltakið um rørslu og fyribyrging, sum Krabbameinsfelagið saman við Havnar Svimjifelag skipar fyri týsdagin 27. apríl kl. 13-16 á Hotel Føroyum.

At røra seg, kann fyribyrgja krabbameini og øðrum sjúkum, og verður hetta fokus á temadegnum. Stórur áhugi er fyri tiltakinum, og nógv hava longu teknað seg.

Á skránni verða fyrilestrar við Bente Klarlund Pedersen, yvirlækna og professara, og Magna Mohr, phD í ítrótti. Sí meira um tiltakið undir “Tema: Rørsla og fyribyrging” á heimasíðu okkara – www.krabbamein.fo.

– Vit meta, at tiltakið er gott og er viðkomandi fyri allar føroyingar, og hava tí valt at stuðla hesum, sigur Jean Djurhuus, stjóri í Trygd. Krabbameinsfelagið og Havnar Svimjifelag eru sjálvsagt sera takksom fyri, at Trygd vil vera høvuðsstuðul. 

Temadagurin er almennur, og øll eru vælkomin. Til ber framvegis at tekna seg hjá Krabbameinsfelagnum á telefon 317959 ella ffk@krabbamein.fo.