Pre-master – kostnaður kr. 1.000 fyri hálvárið:

Vant verður      mánadag kl 20.30-22.00 og

                                                   týsdag ella hósdag kl 21.15-22.00

Trýst her at melda til.

 

Tá liðini eru fullteknað, koma tey, sum melda til aftaná, á ein bíðilista. Tey, sum eru komin á bíðilistan, fáa boð við telduposti. Hini fara at fáa eina gjaldleinkju sendandi, har tey melda endaliga til.

 

Vit fara vónandi at finna venjara til liðið – tit, sum hava meldað til har, fáa boð við telduposti, um so verður.

———————————————————————–

MEIRA UM PRE-MASTER:

SVIMJING – yngri vaksin (Pre-master): Kostnaður kr. 1.000 fyri hálvárið

Hetta er eitt lið fyri fyrrverandi kappsvimjarar – tey, sum einaferð hava svomið á høgum støði, og sum av einhvørjari orsøk eru givin, men nú hava hug at svimja aftur, um ikki so nógv sum tey á 1. lið. Kanska onkur kann seta sær sum mál at svimja til FM t.d., ella til Master-kappingar uttanlands. Vant verður tvær ferðir um vikuna. Hetta er treytað av, at nóg nógv tekna seg. Tilmelding er fyri hálvt ár í senn.