Viðvíkjandi tilmeldingini mikudagin tann 5. september kl. 17.00

HS hevur ment eina nýggja on-line tilmeldingarskipan, ið er klár og skal standa sína roynd mikudagin kl. 17.00. Skipanin, sum eitur Askur, er ein felags tilmeldingar- og gjaldsskipan, sum ÍSF eigur. Niðanfyri verður greitt frá, hvussu ein tilmeldar.

Tilmelding

Tilmelding fer fram á www.hs.fo

Tvs. at ein kann velja at sita heima við síni egnu teldu og melda til tá skipanin opnar kl. 17.00, ella ein kann koma niðan í Svimjihøllina í Gundadali, sum vanligt. Tilmelding í svimjihøllini fer tó fram á sama hátt við teldum. HS fer at hava 15 fólk, við teldum, tøk til vegleiðing og tilmelding. Tilmeldingin er eftir okkara tykki, sera einføld.

Far inn á www.hs.fo.

 

  1. Fyrst trýstir ein á eina leinkju á forsíðuni, har ein so kemur inn á yvirlitið yvir øll liðini.
  2. Síðani velur ein sær eitt lið, við at trýsta á tað (tað riggar ikki at trýsta á liðini fyrr enn mikudagin 5. sept. kl. 17.00, tá vit gera leinkjurnar aktivar). Trýst F5 í browsaranum, fyri at innlesa síðuna av nýggjum, 5. sept. beint eftir kl. 17.00). Eftir hetta opnar eitt nýtt vindeyga, har ein verður førdur til tilmeldingar- og gjaldsskipanina á Askur.fo. Ovast á hesi síðu stendur navnið á liðnum. Tryggja tær at hetta er tað rætta liðið, sum tú ynskir at melda teg til og gjalda fyri.
  3. Skipanin vísir hvussu nógv pláss eru tøk á liðnum, og biður teg útfylla navn v.m. Tað er SERA umráðandi at skriva teldupostaddressuna rætt! Vel at gjalda við gjaldskorti.
  4. Trýst á Goym knappin niðast á myndini. Eftir hetta kemur ein til eina nýggja síðu har upplýsingar um persónurin sum betalir, skulu skrivast inn.  Eisini her er tað SERA umráðandi at skriva teldupostaddressuna rætt, tí gjaldsváttan verður send til hana.
  5. Les eisini gjaldstreytrinar, Markera feltið fyri at tú hevur lisið og váttað gjaldstreytirnar og trýst so á Goym og halt fram knappin niðast á myndini. 
  6. Síðan kemur ein inn á Nets gjaldssíðuna, har ein skal upplýsa gjaldskort upplýsingar. Trýst so á Gjald

Tá ein er liðugur við pkt. 6, er ein liðugur við sína tilmelding. Um alt gekk, sum tað skuldi, upplýsir skipanin til seinast, at gjaldið er gjøgnumført, og sendir ein teldupost við váttan um tilmelding til áður upplýstu teldupostaddressu.

Bíðilisti:

Eru ikki fleiri pláss á liðnum tøk undir pkt. 3, fær mann bjóða at fara á bíðilista. Tá fer ein so ikki víðari til at gjalda. Skipanin skrásetir tíðspunktið nær ein kemur á bíðilista. Ein kann so hereftir velja at steðga her, og vóna at eitt pláss gerst tøkt seinni tá fólk frá HS seta endaligu liðini. Hetta garanterar tær tó ikki pláss á nøkrum liði.

Fyri at tryggja sær eitt pláss á onkrum liði, má mann finna eitt lið har tøk pláss eru, og tekna seg á hetta við at gjalda fyri tað.
Fyrivarni:
Um skipanin, í móti øllum oddsum, ikki virkar, verða boð um hvat skal henda løgd út á hs.fo. Í øllum førum verður ein steðgur á ein hálvan tíma. Kemur skipanin ikki upp at koyra aftur, byrjar manuel tilmelding í svimjihølini, sum vit kenna hana frá fyrr av.

Viðmerkingar:

Testroyndir okkara vísa at skipanin riggar best við browsarnum Firefox og Chrome; internet Explorer riggar sum vanligt ikki altíð líka gott.
Tilmeldingarskipanin er ein víðariútvikling av askur.fo limaskipanini, ið ÍSF fer at koma á banan við. Tvs. at tilmeldingarskipanin hjá HS á ein hátt er eitt tillægsmodul til askur.fo, ið vit hava ment í samstarvi við ÍSF.