Pál Joensen vann sum kunnugt tvey silvurheiðursmerki á
EvropaMeistarastevnu í Berlin herfyri, og vilja vit tí at heiðra honum við
móttøkum í Havn og í Vági.

 

Fyrst verður móttøka á Baresso í SMS, mikudagin 3. september
klokkan 11:00. SMS bjóðar kaffi og okkurt gott afturvið, og Svimjisamband
Føroya skipar fyri sjálvari móttøkuni.

 

Síðan verður farið við Smyrli klokkan 13:00 til Suðuroyar,
har Vágs Kommuna skipar fyri móttøku í VB-húsinum klokkan 16:30.

 

Eisini verður vitjað í nýggja langhylinum, sum er í gerð í
Oyrunum í Vági.

 

Pál fer av landinum aftur hósdagin 4. september at venja
fram ímóti HM á stuttgeil í Dubai í desember, og HM á langgeil í Kazan í august
2015.

 

Í samband við festivalin á Amager 5. september skipar
MíttLand fyri, at Pál verður heiðraður.

 

Allir føroyingar og føroyavinir eru hjartaliga vælkomnir at
koma og heiðra Páli, í tann mun sum tað ber til at møta á hesum støðum.

 

Vegna Svimjisamband Føroya

 

Rókur í Jákupsstovu

 

 

Næstformaður