Dagur 1, 18. februar 2011

Dagurin byrjaði kl. 09.05 á Farstøðini, tá vit 22 frá Havnar Svimjifelag settu leiðina móti Akureyri. Vit lendu í Reykjavík kl. 12.15, og fóru svimjararnir haðani beint yvir til svimjihøllina í Laugardali. Hjálparfólkini fóru at proviantera og fáa leigubilarnar til vega.
Eftir venjing í 2 tímar, settu vit okkum í bilarnar fyri at koyra teir 410 kilometrarnar til Akureyri. 5 tímar seinni – kl. 21.30, komu vit til fram.
Vit fingu okkum ein góðan bita at eta á Stórholt – okkara vallaraheimi.
Eftir ein ætlanarfund fyri í morgin, tørnaðu svimjararnir inn, fyri at sova sær kreftir aftur til í morgin, tá tey byrja aftur kl. 07.45.
Ætlanin fyri dag 2 er fylgjandi:
06.45: Útpurring  
08.00: Heinta skíútbúnaðin, og byrja fyrstu gonguskí (langrenn)
10.30: Alpine skí
12.00: Støðgur, eta og hvíla
16.00: Svimjivenjing
18.30: Frí