Sólin skein og grasið kitlaði undir fótinum, og í tí lítlu ánni bar til at síggja spegilsmyndina av sær sjálvum. Beint uppi yvir høvdinum sást ein firvaldur, spakuliga gjørdi hesin firvaldur seg til reiðar at seta seg á peikifingurin, men beint áðrenn hann setti seg hoyrdist eitt galróp: “Komi upp!” Hesin gylti heimurin fór í sorð, spegilsmyndin í ánni fánaði, og firvaldurin fall deyður til jarðar. Í veruleikanum vóru vit í Íslandið, á vallaraheiminum Stórholt, nú skuldi vit upp, tað var nokk sovið.
HS-hópurin ið var ein mannskarið uppá 22 fólk, varð farin til Íslands á venjingarlegu og tann 19/2-11, dagurin í dag, var fyrsti veruligi venjingardagur.
Svøvnurin bleiv turkaður úr eygunum, í durinum stóð ein, vombasíður reyðhærdur maður, tað var hann ið hevði vakt hópin í kamarið 20. Klokkan var 7.15 tá ið øll sótu til borðs, groft breyð við viðskerða.
Fyrsta venjingin var langrenn. Øll fingu skógvar, skíðir og stavir, men av tí at so mong vóru óvand innan hesa ítróttargrein, fór mesta av fyrsta deginum við at læra at nýta hesar báðar fjalar undir skógnum. Vit vóru deild upp í tveir bólkar, har tann eini bólkurin vóru tey ið høvdu roynt langrenn frá í fjør, meðan hin bólkurin var fyri tey heilt óroyndu. Vit gjørdist beinavegin meira køn til hendan ítrótt, farið var frá Bambi til skoytuprinsessur. Nú vóru vit klár til at byrja harða skíð venjing í morgin tann 20/2-11.
Eftir at hava staði á skíð í meir enn tveir tímar, fóru vit at royna okkum innan ‘slalom-skíðing’. Summi vóru dugnaligarið enn onnur, Herr Tessner var sum barn í einum góðgætishandli, feyk oman og niðan bakkarnar. Øll stuttleikaðu sær stórliga, og áðrenn vit vistu av var klokkan farin av 13.00. Nú skuldi etast og síðani heim á vallaraheimið at hvíla, til vit skuldu leypa í hylin ‘Sundlaug Akureyri’.
Klokkan 16.00 blivu øll vitjandi í Sundlaug Akureyri skelkað tá ið 15 svimjarir fóru rennandi, og skríggjandi yvir í tann 25 metra, uttandura svimjihylin. Hetta var nýtt fyri mong av okkum at skulla út í minus gradir, fyri at sleppa útí hylin. Eftir eina góða venjing sloppu vit at seta okkum í ein av teimum heitu pottinum. Brádliga hoyrdist róp frá Paula, “Christian skal svimja kapp ímóti Kristian Martin”. Júst soleiðis var, og skjótt stóðu øll við stórum eygum og hugdi at meðan hesir báðir gjørdi seg kláran til dyst. Greinin var 25 metrar bringusvimjing. Teir vóru floytaðir uppá skamlarnir, “Taki støðu, BIIP”. So lopi teir, Tessner var eitt sindur seinur av skamlinum, men hann var skjótur aftur. Tað var geylan frá kantinum, meðan hesir báðir bardist fyri lívinum. Strekkið var lítið ímillum teir, eftir eitt rimmar undirvatnstak, lá Tessner beint undir liðuni av Kristian Martin, og tað var spenningur fyri allar pengarar, og tá ið teir slóðu inn var javnt, so javnt at eingin dugdi at siga hvør vinnarin var, javnleikur var niðurstøðan.
Eftir svimjingina var fari heim aftur, og fari var inn á kømurini, Janus fór undir at gera døgurða, meðan genturnar Kristina, Annika, Bjørk og Edit hjálptu til. Í morgin stendur onkur annar fyri skotið. Vit vóru rópt inn til døgurða, Spagetti við kjøtsós, og stórum kjøtbollum. Øll ótu seg um rygg. Síðani var fari inn aftur á kømurini, tí nú vóru øll troytt.
Ein sera góð byrjan uppá eina vónandi harða og spennandi venjingarlegu.
Góða nátt.

Tann 19/2-11

Dreingirnir á kamar 20 (Pauli, Dánjal, Tummas, Magnus og Bartal)