Í sambandi við at Magnus Jákupsson umboðandi Havnar Svimjifelag gjørdist norðurlendskur unglingameistari í 50 rygg í gjár í Drammen í Noregi og síðan hevur vunnið silvur og bronsu í somu kapping í dag í ávikavist 50 firvald og 200 rygg, verður skipað fyri almennari móttøku í svimjihøllini í Gundadali í morgin, mánadagin 5. juli 2010 kl. 14.

Møtið fjølment og takið væl ímóti okkara fyrsta norðurlendska unglingameistara!

Mynd: Jón Bjarnason