Magnus Jákupsson vann í morgun 50 metra rygg á norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung í Noregi. Tíðin hjá Magnusi var nýtt føroyskt juniormet – 27.68 har juniormetið hjá Kára J. á Høvdanum frá EJM í Beograd í 2008 var 27.89. Tíðin er bara 3 hundraðpartar frá føroyska metinum hjá Kára, sum er 27.65 frá HM í Rom í 2009. Eitt einastandandi úrslit hjá unga Magnusi, ið ikki hevur rokkið veruligum junioraldri enn.

Hetta er fyrstu ferð, at Havnar Svimjifelag vinnur gull í norðurlandakapping. Í 2008 gjørdi Havnar Svimjifelag eina langtíðarætlan, har eitt av málunum var innan 4 ár at hava norðurlendskan meistara og innan 8 ár hava svimjarar við til finalur í EM og HM. Í hesum sambandi varð altjóða venjarin Christian Tessner settur í starv. Nú, ið 3 ár eru liðin, er hetta eina málið sostatt rokkið. Við sigrinum hjá Magnusi er norðurlendski meistarin komin í hús og er hetta byrjanin á einari nýggjari epoku í Havnar Svimjifelag, har onnur heiðursmerki og aðrir svimjarar eru somu kós.

Vit ynskja Magnusi hjartaliga tillukku og góða eydnu við restini av kappingini.

Mynd: Jón Bjarnason