Skip to main content

SVIMJARIN SVERRI MORTENSEN FARIN

Dánjal Norðberg (t.v.) og Sverri Mortensen (t.h.) (Mynd: in.fo) 2. januar andaðist Sverri Mortensen 98 ára gamal. Sverri var av Argjum og var ein kendur maður í Havn. Best var hann helst kendur sum smiður og fyri tiltikin góð evnir at arbeiða uppá motorar og kanska serliga bilar og motorsúkklur. Men fyri flestu okkum, ið […]

Nevndin skipað seg

Havnar Svimjifelag hevði aðalfund 18.mai og hevur nevndin tann 26.mai skipað seg soleiðis: Ólavur Weihe, formaður Katrin Dagbjartsdóttir, næstforkvinna Leivur Michelsen, kassameistari Ann Ellingsgaard, skrivari Erling Eidesgaard, nevndarlimur Rakul Arnfríð Dam, nevndarlimur Eyðun Húsgarð, nevndarlimur Eirikur Hofgaard, nevndarlimur

Køge Open 2019

Svimjarir á 3. og 4. lið hjá HS fóru í morgun til Danmarkar at luttaka í kappingina Køge Open, sum verður nú um vikuskiftið 22.-24. november 2019. Hetta er triðja árið á rað, at HS luttekur í Køge Open, og er tað ein góður møguleiki hjá okkara svimjarum at venja seg við kapping uttanlands.

Fyri tíggjundu ferð

Ólavsøkusvimjing 28. juli 2019 aftaná kappróðurin //TilmeldingTilmelding til svimjingina á ólavsøku fer fram í seinasta lagi 25. juli við at flyta kr. 200,- á kontu hjá Havnar Svimjifelag 9181-185.110.3. Viðmerk NAVN á svimjara og FØÐIÁR. Vit skulu brúka føðiárið til at bólkabýta úrslitið. //Kunningarfundur um trygd, atgongumerki og hetta Í svimjihøllini í Gundadali 27/7 kl. […]

Aðalfundur mikukvøldið 24. apríl 2019 kl

Árligi aðalfundurin hjá Havnar Svimjifelag verður mikukvøldið 24. apríl 2019 kl. 19.00 í Svimjihøllini í Gundadali. Skrá sambært viðtøkunum: – Val av fundarstjóra – Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins í farna ári – Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøða til góðkenningar – Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár – Val av nevndarlimum – Val av grannskoðara – Innkomin mál – Ymiskt Atkvøðurætt hava limir, ið […]

Havnar Svimjifelag fær grikskan høvuðsve

Jólaaftan skrivaði Havnar Svimjifelag sáttmála við 36 ára gamla grikkan Panagiotis Christou, ið vanliga verður nevndur Panos. Sáttmálin er galdandi í hálvtfjórða ár, fram til endan av sesongini 2021/22. Panos byrjar í starvinum sum høvuðsvenjari mánadagin 21. januar. Nýggi høvuðsvenjarin kemur úr einum starvi sum venjari í stóra svenska svimjifelagnum SK Poseidon í Lund. Frammanundan […]