Skip to main content

Pláss eftir á Rørsluliðunum

Vit byrja at svimja aftur mánadagin 9. januar. Skráin fyri hálvárið sæst á myndini omanfyri. Stórt sæð er talan um “same procedure as last year”: tríggjar heilsukanningar, ein masterkapping í Vági við veitslu í mars og tann afturvendandi jóansøkuhavsvimjingin við endaveitslu umborð á Johonnu TG326 (hesaferð í Vági). Og so ólavsøkusvimjingin … harumframt spøkir ein […]

Stevna í Klaksvík 5. & 6. nov. 2011

Stevna í Klaksvík 5. & 6. nov. 2011

Hey øll Í sambandi við at vit fara til Klaksvíkar til svimjikapping, skal boðast frá at koyra norður í privatbilum leygarmorgunin. Leygardagin Fyrrapart byrjar upphitingin kl. 09.30 og kappingin byrjar kl. 11.00. Seinnapartin byrjar upphitingin kl. 16.30 og kappingin byrjar kl. 18.00. Sunnudagin Sunnudagin verður bert svomi seinnapart. Upphitingin byrjar kl. 13.00 og kappingin byrjar […]

Aftur fyrstapláss til Magnus

Aftur í dag eydnaðist tað Magnusi at svimja seg til eitt fyrstapláss. Hann svam 200 frí í tíðini 1.53.92. Hansara besta tíð var 1.54.75, sum hann svam til FM fyri lið, sum var í juni í Havn í ár. Hetta er ein forbetring á 0,83 sek. Mikkel Johansen (sum venur saman við Magnusi í VAT) […]

Magnus Jákupsson á Gentofte Open 2011

Magnus hevur í dag svomið 400 blandað á Gentofte Open 2011 og tað gekk heilt væl. Hann svam teinin 4.35.17 sum er nakað skjótari enn persónliga metið og juniormetið sum hann sjálvur eigur á 4.42.49. Í morgin svimur hann 200 frí. Vit ynskja Magnusi til lukku við avrikinum og góða eydnu í morgin.