www.holdsport.net/klub/havnar-svimjifelag
Swim Open Tórshavn 24.-26. apríl 2025
Í samstarvi við Svimjisamband Føroya bjóðar Havnar Svimjifelag hervið hjartaliga vælkomin til Føroya til Swim Open Tórshavn, ið er kapping yvir tríggjar dagar: 24., 25. og 26. apríl 2025.Hetta spennandi tiltakið verður í okkara spildurnýggju nýmótans svimjihøll í Gundadali, sum liggur í myndaríka høvuðsstaðnum Tórshavn. Kappast verður í umstøðum, sum lúka OL-standard, við tað, at […]
2024/25 tilmelding til Svimjiskúlan & Rø
Svimjiskúlin leitar eftir venjarum
Tað hevur víst seg at verið ringt at finna nóg nógvar venjarar til øll liðini í svimjiskúlanum komandi svimjiár 2021/22. Av tí orsøk eru øll liðini ikki útbjóðaði enn. Tey liðini, sum hava fingið venjarar hava fingið ein teldupost um tilmelding og fáa beinleiðis boð um nær fyrsta venjing verður. Svimjiskúlin leitar framvegis eftir venjarum […]
Aðalfundur felagsins verður mánakvøldið
Árligi aðalfundurin hjá Havnar Svimjifelag verður mánakvøldið 26. apríl 2021 kl. 20.00 í Svimjihøllini í Gundadali. Skrá sambært viðtøkunum: – Val av fundarstjóra – Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins farna ári – Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar – Val av nevndarlimum – Val av grannskoðara – Innkomin mál – Ymiskt Atkvøðurrætt hava […]
HS selir eplir
Leygardagin 12. oktober 2019 frá kl 11.00 selja HS-svimjarar og teirra familjur nýupptikin eplir við Leynar
HS-klæðir 2019
Nú fara vit aftur at bíleggja HS-klæðir. Leveringstíðin er nakað lang, og tí er freistin at bíleggja sett til at vera 20. oktober 2019 kl 12.00, so vit klára at fáa klæðini heim og prentaði áðrenn jól.
Soleiðis hongur Havnar Svimjifelag saman
Havnar Svimjifelag hongur bara saman, um tað eru nóg mikið av hjálparfólkum, sum – uttan samsýning – hjálpa til. Onkur fær vónandi eitt ”Takk fyri” her og har, men annars fáa tey einki. Vit heita tí á øll um at fara væl við teimum, tí hesi fólkini eru gull verd fyri felagið, og vit kunnu […]







