Skip to main content

Jólaferia

Svimjiskúlin fer í jólaferiu soleiðis:   Orsakað umvælingar í svimjihøllini í Gundadali fara yngstu børnini eitt sindur fyrr í feriu – tvs. at:   ss1, ss2 og ss4 venja seinastu ferð sunnudagin 29. november Mini og ss3 venja seinastu ferð mikudagin 2. desember   Seinasta venjingin hjá øllum hinum liðunum er týsdagin 15. desember   Svimjiskúlin byrjar aftur mánadagin […]

Heystfrí

Eingin venjing er í Eysturskúlanum, Argja skúla og í Kollafirði í heystferiuni – tvs. frá og við leygardegnum 10. oktober til og við sunnudagin 18. oktober. Síggjast aftur mánadagin 19. oktober – góða feriu 🙂

Endatiltakið hjá Havnar Svimjifelag 2014

Vit enda hetta svimjiskúlaárið í svimjihøllini í Gundadali mikudagin 17. juni kl 17.00-19.00 Venjararnir skipa fyri spølum saman við yngru svimjarunum, og kappingum saman við eldru svimjarunum, meðan tey vaksnu fáa sær kaffi 🙂 Tit verða biðin um at siga frá, hvussu nógv eru við, so vit kunnu skipa okkum – send ein teldupost til info@greatedesign.com […]

Svimjiskúlin / Rørsla

Svimjiskúlin / Rørsla

Í 2009 valdi Havnar Svimjifelag at broyta skipanina, fyri limir ið ynskja at læra at svimja, til ein svimjiskúla. Virksemið hjá felagnum er sostatt skipað í tríggjar greinar:   1. svimjiskúla,  2. rørslu  3. kapping.   Svimjiskúlin er skipaður eftir einum leisti, har undirvísingin byrjar á tí støði, ið næmingurin er á, tá hann byrjar. […]