Havnar Svimjifelag skipar aftur í ár fyri kappsvimjing á sjónum á
ólavsøku. Svomið verður fram við Molanum beint eftir kappróðurin tann
28. juli, tá ið tíggjumannaførini eru komin á mál – væntandi um
fimmtíðina.

Teinurin, ið svomin verður er 420 metrar – frá
endanum á Molanum, har ein startbrúgv verður løgd út, og inn í krókin
við Havnarskrivstovuna, har málið verður.

Havnar Svimjifelag tók
uppaftur hesa gomlu siðvenju í fjør. Fyrstu ferð fyriskipað kappsvimjing
var á sjónum á ólavsøku var annars í 1912. Fram til 1934, tá ið fyrsti
hylurin í Gundadali stóð liðugur, varð av og á svomið kapp á sjónum á
ólavsøku. Tá ið hesin fyrsti hylurin varð niðurlagdur í 1949 og fram til
1961, tá ið nýggi hylurin í Gundadali stóð liðugur, hevði Havnin ongan
hyl. Í 1951 varð tí aftur farið á sjógv at svimja kapp. Seinastu ferð
fyriskipað kappsvimjing var á sjónum á ólavsøku var á Vestaru Vág í
1954.

Hóast gamla heitið “kappsvimjing á ólavsøku” verður
endurnýtt, so verður dentur lagdur á, at hetta er eitt tiltak fyri øll,
ið duga og elska at svimja – um tað er fyri at kappast ella ei.
Høvuðsendamálið er at luttaka, at røkka málinum og fáa eitt gott
upplivilsi á sjónum.
 
Tilmelding til kappsvimjingina á ólavsøku
fer fram við at flyta kr. 100,- á kontu hjá Havnar Svimjifelag í EIK:
9181-1851103 í seinasta lagi 25. juli. Viðmerk “ólavsøka + navn”.
Sendið okkum samstundis ein teldupost á olavsoka@hs.fo, so vit kunnu røkka tykkum við nærri kunning um tiltakið.

 

Myndir frá ólavsøkuni 2010: