Ólavsøkusvimjing 28. juli 2010 – tá ið 10 mannaførini eru liðug (uml. kl. 16.30)

Tilmelding
Tilmelding fer fram við at flyta kr. 100,- á kontu hjá Havnar Svimjifelag í EIK: 9181-1851103 í seinasta lagi 25. juli. Viðmerk “ólavsøka + navn”. Sendið okkum samstundis eina fráboðan um luttøku á olavsoka@hs.fo.

Nummur og samleikaprógv
Í svimjihøllini í Gundadali 27/7 kl. 20.30 verða talmerktar hettur og samleikaprógv, ið gevur atgongd til kappróðrarøkið, latnar tilmeldaðum luttakarum.

Skiftiumstøður
Skift verður í garasjuni niðast í Havnarskrivstovubygninginum frá kl. 15.30. Tá ið svimjingin er liðug, sleppa vit at spula draktirnar her. Vaktir vera við hurðina til tiltakið er liðugt, so vit sleppa altíð inn.

Kapping
Kappingin er skipað í fýra bólkar:
– Kvinnur Opin bólkur
– Kvinnur Masters – kvinnur, sum eru 25 ár og eldri
– Menn Opin bólkur
– Menn Masters – menn sum eru 25 ár og eldri

Svimjing
Svomið verður frá endanum á Molanum og inn í Krókin við Havnarskrivstovuna. Svimjarar skulu ganga út á endan á Molanum og vera har í seinasta lagi tá ið 8 mannaførini byrja.
Startað verður av einum flaka, ið verður lagdur út til endamálið. Málið er stigin á rampuni í Krókinum – longst til høgru, tá ið tú kemur svimjandi.

Trygd
Lækni, sjúkrasystrar og sterkir menn eru á landi og í bátum. Tey eru í HS eyðkennisvestum.
Ein bátur tryggjar at óviðkomandi bátar verða hildnir vekk. Harumframt eru tveir lágir gummibátar – ein, ið fylgir teimum fremstu svimjarunum, og ein, ið fylgir teimum aftastu.

Steypa- og heiðursmerkjahandan
Steyp og heiðursmerkir verða handað undir Havnarskrivstovuni so skjótt sum úrslitið fyriliggur.