Tórshavnar Kommuna samstarvar við Krabbameinsfelagið og Havnar Svimjifelag, ið eru farin undir at fyrireika eitt nýtt rørslutilboð. Talan er um eitt svimjiskeið á Eysturskúlanum. Skeiðið verður fyri fólk, ið hava ella hava havt krabbamein. Eftir ætlan byrjar svimjiskeiðið fyri summarfrítíðina.

Tað er vísindaliga prógvað, at rørsla økir mótstøðuførið móti sjúkum og at krabbameinssjúklingar, sum íðka ítrótt og røra seg nógv, hava betri lívsgóðsku og størri møguleika at liva longri.

Les felags tíðindaskriv her