Leygardagin 24. apríl 2010 skipar Havnar Svimjifelag fyri “SMS Flaggdagsstevnu” fyri yngru aldursbólkarnar 1 til 4 í Svimjihøllini í Gundadali. Kappast verður á 50 og 100 metra teinunum, umframt í 200 blandað, og í yngstu bólkunum eisini á 25 metra teinum. Onkur serlig skipan verður eisini brúkt til finaluumfarið, ið krevur at luttakararnir svimja minst 3 innleiðandi kappingar, og har finalistarnir so verða funnir við at leggja saman FINA stig frá hesum innleiðandi kappingum.

GG! Frá kl. 12 ber til at keypa døgurða – karrybollar og rís – fyri kr. 40,-

Innbjóðingin sæst her