Slagið er byrjað í Reykjavík
Eg má byrjað við at fortelja frá busstúrinum úr Havn til Vágarnar. Eg siti og hálvsovi, tá eg hoyri Emmu spyrja Høgna (venjaran) “tú Høgni, drotning Margretha …. hvat nummar er hon? Hyggi upp og rætt er ! Emma, Annika og Sudarat sita og gera skúlating í bussinum, og vit eru ikki komin longur enn til Hvítanes. Eg kann ikki siga annað enn at eg var imponerdur. Høgni, tann royali persónurin hann er, visti sjálvandi at siga teimum, at hon er nummar 2.
 
Vit búgva á einum fínum vallaraheimi beint við svimjihøllina –  5 minuttir at ganga.
Longu nú síggja vit at hetta verður ein super túrur.
Tað er ein stór avbjóðing hjá flestu av svimjarunum hjá okkum at royna seg í einari so stórslignari kapping sum hesari. Vit kunnu ikki siga annað enn,  at øll sum ein hava staðfest sítt virðið við at svimja persónlig met og hava svomið seg til medaljur.

Fyrsta dagin borðreiddu  svimjararnir hjá okkum við 1 bronsu, 2 gull, 2 A-finalupláss, eitt føroyskt met og eitt B-finalupláss.

Markus fekk bronsu í  50 bringu í bólkinum árgang 96 og yngri.
Óli fekk gull í 50 bringu og 1500 frí í bólkinum árgang 96 og yngri.
Magnus svam seg til A-finalupláss, fyrst í 50 rygg/ 28.87 og síðani í 50 frí/26.03.
Í 400 blandað tók hann meti hjá Andrass Thomsen frá 2005. Hann svam teinin við tíðini 5.02.44.

Tíðir og greinar sum vit hava svomið í dag eru ….
Svimjarar í bólkinum 95 og eldri
Magnus Jákupsson
50 rygg/28.87 og A-finalupláss við 3 bestu tíð
50 frí/26.03 og A-finalupláss við 6 bestu tíð
400 blandað føroyskt met við tíðini 5.02.44 og eitt samlað 5 pláss.

Bartal Hestoy
50 firvald 32.71
50 frí – 28.80 – persónligt met

Tummas J. Danielsen
50 bringu 39.24 – persónligt met
50 frí – 29.70 – persónligt met

Svimjarar í bólkinum 96 og yngri.
Teitur Skoubo
50 rygg – 39.24

Óli Mortensen
Gull í 50 bringu við 35.36 og finalupláss í b-finaluni
Gull í 1500 frí – 18.23.42

Markus Joensen
50 bringu 37.59
50 firvald við 32.62
50 frí – 31.00

Sudarat Niyomtham
50 firvald við 35.65 – persónligt met
50 frí – 31.44 – persónligt met

Annika S. Olsen
50 frí 32.90

Emma Nystrøm Festirstein
50 frí 32.60

Vit fara at leggja okkum nú og vit skulu nokk lata frætta frá okkum hvussu gongur og hvussu vit hava tað. Í morgin leggja vit myndir inn, so at ti eisini kunnu síggja hvussu leikur fer.

Hettar er alt fyri í kvøld góða nátt.

Skrivað hevur: Jákup J.