RIG 2010 – dagur 2 – 16.01.2010
Medaljur higartil til HS – 3 gull og 3 bronsu.
Unga lidid hjá HS hevur  taklad hesa kappingina fyrimyndarligt og hava víst ein sera gódan moral og vilja til at gera sítt besta.
Uttan undantak hava svimjararnir svomi bestu tídir, og er tad vid til at geva teimum enn betri hug til, at arbeida málrætta frameftir vid svimjingini.

Vit sum ferdaleidarar hava tad nemt, tá “børnini” eru fyrimyndarlig til at hava vid at gera. Vit høvdu inspektión av einum tilvildarligum kamari í dag, og fall hetta á kamari hjá gentunum Emmu, Anniku og Sudarat. Sum tit kunnu síggja á myndunum, hava tær lagt stødid høgt – har var ikki nógv at finnast at. So komandi dagarnar koma dreingirnir, at fylgja hesum stødi.
 
Janus og Høgni skipadu fyri HS-meistaraskapi í rusjibanaskreiding í dag. Hanus var tidtakari og Høgni var startari og høvudsdómari (tídanverri eru ongar myndir av hesi kapping).  Kappast var í stóra vatnrusjibananum vid síduna av uttandurda hylinum.
 Kappingin var skipad vid innleidandi heatum og finalum.
Í finaluni fyri gentir vann Annika vid tídini 22.30, Emma nr. 2 vid tídini 22.55 og nr. 3 var Sudarat vid tídini 29.24.
Í finaluni fyri dreingir vann Bartal vid tídini 17.20, nr. 2 var Tummas vid tídini 17.30 og nr. 3 bleiv Teitur vid tídini 17.64.
Vinnararnir vunnu eina mega XXXL menu frá Burger King til at eta medan hini sleppa at hyggja at.

Heidursmerki vunnin í dag
Svimjarar í bólkinum 96 og yngri.
Markus – gull í 100 bringu og bronsu í 50 bringu
Óli  – bronsu í 100 frí  

Svimjarar í bólkinum 95 og eldri
Magnus – bronsu í 50 rygg

Tíðir og greinar sum vit hava svomið í dag leygardag 16.01.2010

Svimjarar í bólkinum 95 og eldri
Magnus Jákupsson
200 rygg – 2.16.26
100 frí – 58.23
50 rygg – 28.69

Bartal Hestoy
400 frí – 4.57.69
100 frí – 1.04.12

Tummas J. Danielsen
400 frí – 4.55.44
100 frí – 1.05.20

Svimjarar í bólkinum 96 og yngri.
Teitur Skoubo
200 rygg – 2.53.15
100 frí – 1.10.63

Óli Mortensen
400 frí – 4.41.68
100 frí – 1.02.64

Markus Joensen
100 bringa – 1.23.00
100 frí – 1.09.30

Sudarat Niyomtham
100 firvald – 1.34.68

Annika S. Olsen
200 frí – 2.40.14

Emma Nystrøm Festirstein
200 frí – 2.38.82

Hettar var eisini ein gódur dagur, og vit øll gleda okkum sum børn til í morgin.
Øll hava etið og børnini fara at leggja seg kl. 22.00 til at vera væl fyri til í morgin.

Havið tad gott har heima og um tit leingjast, so klemmið hvønn annan – tad hjálpir.

Góda nátt.

Skrivað hevur: Jákup J.