Nú er fyrsti dagurin av í kappingini ÆGIR Open í Klaksvík. Tað gongur framá!

4 HS svimjarar hava megna at svomið seg til nálatíðir. Fyrst var tað Eyðrið Mortensen sum svam seg til bronsunál við stjørni í 400 frí við tíðini 05.09.94, somuleiðis í sama teini svam Signa Vár Dávadóttir seg til eina bronsunál.

Óðin Jákupsson svam eisini gott í 400 frí og kláraði við tíðini 05.24.93 at svimja 3/10 undir bronsunálatíðina.

Ró Holm Magnadóttir kláraði at svimja seg til eina bronsunál í 50 frí, tá hon svam sum fyrsti svmjari í 4×50 frí fyri kvinnur.

Hjartaliga tillukku til tykkum øll!