Skip to main content

Aðalfundur felagsins verður mánakvøldið 26. apríl

Árligi aðalfundurin hjá Havnar Svimjifelag verður mánakvøldið 26. apríl 2021 kl. 20.00 í Svimjihøllini í Gundadali. Skrá sambært viðtøkunum: – Val av fundarstjóra – Frásøgn nevndarinnar frá virki felagsins farna ári – Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar – Val av nevndarlimum – Val av grannskoðara – Innkomin mál – Ymiskt Atkvøðurrætt hava […]

Les meiri

Tilmelding Rørsla – vár 2021

So er tilmeldingin til rørslulið fyri vaksin fyrru hálvu 2021 opin fyri almennari tilmelding. Gerið so væl og meldið til her: Í Gundadali: Rørsla 1 Týsdagar og hósdagar kl 20.30 – 21.15 Rørsla 2 Týsdagar og hósdagar kl 21.15 – 22.00 Í Kollafirði: RK1 Hóskvøld kl. 19.00 – 19.45 RK2 Hóskvøld kl. 19.45 – 20.30 […]

Les meiri

SVIMJARIN SVERRI MORTENSEN FARIN

Dánjal Norðberg (t.v.) og Sverri Mortensen (t.h.) (Mynd: in.fo) 2. januar andaðist Sverri Mortensen 98 ára gamal. Sverri var av Argjum og var ein kendur maður í Havn. Best var hann helst kendur sum smiður og fyri tiltikin góð evnir at arbeiða uppá motorar og kanska serliga bilar og motorsúkklur. Men fyri flestu okkum, ið […]

Les meiri

Tilmelding 2020 – Svimjiskúlin

Tilmelding 2020 – Svimjiskúlin

Tilmelding til nýggja svimjiárið 2020/21 hjá Svimjiskúlanum hjá Havnar Svimjifelag letur upp fríggjadagin 4. september kl. 17. Kunning um Svimjiskúlan og tilmelding v.m. er at finna í faldaranum, sum er borðin í hvørt hús í kommununi fyrr í vikuni. Faldarin finst talgildur her https://drive.google.com/file/d/1FOUxH7JM1EfG5R2cRKUKr8sdBYZD3ynB/view

Les meiri

Nevndin skipað seg

Havnar Svimjifelag hevði aðalfund 18.mai og hevur nevndin tann 26.mai skipað seg soleiðis: Ólavur Weihe, formaður Katrin Dagbjartsdóttir, næstforkvinna Leivur Michelsen, kassameistari Ann Ellingsgaard, skrivari Erling Eidesgaard, nevndarlimur Rakul Arnfríð Dam, nevndarlimur Eyðun Húsgarð, nevndarlimur Eirikur Hofgaard, nevndarlimur

Les meiri

Svimjiskúlin 2020

Tilmelding 2020

Nú ber til at melda til svimjiskúlan 2020/2021 GG!! Ongi pláss tøk – men tað ber til at skriva børnini upp a biðilista HERGG!! Tilmelding er bindandi og ikki ber til at skifta lið eftir tilmelding. Nýggja svimjihálvárið byrjar 7. september til og við 23. apríl. Faldari um svimjiskúlan er at finna á heimasíðuni hjá […]

Les meiri

Køge Open 2019

Svimjarir á 3. og 4. lið hjá HS fóru í morgun til Danmarkar at luttaka í kappingina Køge Open, sum verður nú um vikuskiftið 22.-24. november 2019. Hetta er triðja árið á rað, at HS luttekur í Køge Open, og er tað ein góður møguleiki hjá okkara svimjarum at venja seg við kapping uttanlands.

Les meiri