Skip to main content

Um ólavsøkusvimjingina

Um ólavsøkusvimjingina

Ólavsøkusvimjing 28. juli 2010 – tá ið 10 mannaførini eru liðug (uml. kl. 16.30) TilmeldingTilmelding fer fram við at flyta kr. 100,- á kontu hjá Havnar Svimjifelag í EIK: 9181-1851103 í seinasta lagi 25. juli. Viðmerk “ólavsøka + navn”. Sendið okkum samstundis eina fráboðan um luttøku á olavsoka@hs.fo. Nummur og samleikaprógvÍ svimjihøllini í Gundadali 27/7 […]

KAPPSVIMJING Á SJÓNUM Á ÓLAVSØKU

Havnar Svimjifelag skipar fyri kappsvimjing á sjónum á ólavsøku. Svomið verður fram við Molanum beint eftir kappróðurin tann 28. juli, tá ið tíggjumannaførini eru komin á mál – væntandi um fimmtíðina. Teinurin, ið svomin verður er 420 metrar – frá endanum á Molanum, har ein startbrúgv verður løgd út, og inn í krókin við Havnarskrivstovuna, har […]

Almenn móttøka fyri Magnusi Jákupssyni

Í sambandi við at Magnus Jákupsson umboðandi Havnar Svimjifelag gjørdist norðurlendskur unglingameistari í 50 rygg í gjár í Drammen í Noregi og síðan hevur vunnið silvur og bronsu í somu kapping í dag í ávikavist 50 firvald og 200 rygg, verður skipað fyri almennari móttøku í svimjihøllini í Gundadali í morgin, mánadagin 5. juli 2010 […]

Magnus norðurlendskur meistari

Magnus Jákupsson vann í morgun 50 metra rygg á norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung í Noregi. Tíðin hjá Magnusi var nýtt føroyskt juniormet – 27.68 har juniormetið hjá Kára J. á Høvdanum frá EJM í Beograd í 2008 var 27.89. Tíðin er bara 3 hundraðpartar frá føroyska metinum hjá Kára, sum er 27.65 frá HM í […]

Óli og Markus aftur av DÅM 2010

Óli og Markus aftur av DÅM 2010

Í vikuskiftinum vóru Óli Mortensen og Markus Joensen úr HS og Eybjørn Joensen úr SuSwim, saman við einum hópi úr Ægir í Gentofte til DÅM 2010.Tað er við stórum spenningi, tá okkara svimjarar luttaka til Dansk Årgangs Mesterskaber, sum er hæddarpunkti á kappingarárinum hjá flestu árgangssvimjarunum í Danmark. Stóra avbjóðingin hjá okkara svimjarum er at […]

Pauli, Magnus og Christian Tessner aftur...

Í vikuskiftinum hava teir luttikið í “Small States 2010” kappingini í Hafnarfirði, sum var leygar- og sunnudagin 12. – 13. juni. Hetta er evropameistarastevna og evropisk juniormeistarastevna fyri smátjóðir, ið eru svimjitjóðir í Europa við færri enn 1 millión íbúgvum. Fyrsta stevna av hesum slag var í Luksemborg í 2008.HS var umboða við 2 svimjarum, […]